Hagstovan vil varðveita sína játtan

Hagstovan vil varðveita sína játtan
Skal peningur flytast til Landsbankan, má játtanin á fíggjarlógini hækka, sigur stjórin á Hagstovuni
 
03.08.2016 - 10:59

Skal Landsbankin hava 1,8 milliónir krónur frá Hagstovuni, er neyðugt at hækka játtanina hjá Hagstovuni 1,8 milliónir næsta ár. 

Tað sigur Sigurð Poulsen, stjóri á Hagstovuni, í hoyringarsvarinum um Landsbankan, sum skal endurstovnast.

Hann sigur, at raðfestingarnar hjá Hagstovuni koma í álvarsligan vanda, tí Hagstovan verður so illa mannað.

Arbeiðið hjá Hagstovuni kemur í vanda, tí orkan gongur undan. Talan er millum annað um tjóðarroknskapin og hagtøl um arbeiðsmarknaðin.

Stjórin á Hagstovuni mælir til, at Hagstovan ger hagtølini klár til Landsbankan at greina fyri at sleppa undan, at báðir stovnar gera tað sama.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342