Tingmenn: Skopun hevur rætt til havnargjald

15.03.2021 - 14:11
InnlendisSamfelag
Tingmenn: Skopun hevur rætt til havnargjald
Brandur Sandoy mælir til prístillaging, men Páll á Reynatúgvu ivast í, um pengar eru trupulleikin
Rok er í kjalarvørrinum av ætlanini hjá Strandferðsluni at hækka farmagjøldini á Sandoyarleiðini, tí Skopunar kommuna krevur havnargjald fyri Hasfjord

Skopunar havn hevur rætt at krevja Strandferðsluna eftir havnargjaldi.

Tað siga Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, nú rok er um havnargjaldið hjá Hasfjord.

Brandur Sandoy mælir til eina prístillaging, har útlendingar rinda meira fyri tænasturnar hjá Strandferðsluni.

Páll á Reynatúgvu ivast í, um pengar eru veruligi trupulleikin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Gudstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209