Upprunauppskotið lagt fyri tingið eftir páskir

23.03.2021 - 12:20
Innlendis›Politikkur
Upprunauppskotið lagt fyri tingið eftir páskir
Møguleikar verða at broyta uppskotið um tilfeingisgjald í Fíggjarnevndini, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Eftir páskir fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í tingið við uppskotinum um veiðigjøld

Eftir páskir fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum at leggja uppskotið um tilfeingisgjald fyri løgtingið.

Tað verður upprunaliga uppskotið, sum er gjørt, tí andstøðan vil ikki taka undir við uppskotinum.

Tí kunnu broytingar framvegis gerast, meðan uppskotið verður viðgjørt í Fíggjarnevndini, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum harmast um, at tað ikki eydnaðist at finna eina breiða semju.

Uppskotið og frágreiðingin frá serfrøðingabólkinum, kann síggjast her.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775