Matstovur noyðast eisini at gjalda fyri bankatosk

24.03.2021 - 14:27
InnlendisVinna
Matstovur noyðast eisini at gjalda fyri bankatosk
Prísurin er tann sami sum á Fiskamarknaðinum, sigur Havstovan
Kári Sólstein var á Føroya banka við Magnusi Heinason fyri Kringvarpið fyri nøkrum árum síðani. Toskarnir á bankanum eru tiltiknir stórir

Toskurin av Føroya Banka er høgt í metum hjá matstovum. Seinastu árini hevur verið vanligt, at matstovur hava biðið um bankatosk frá Magnusi Heinasyni, áðrenn hann verður boðin út á uppboðssøluni.

Matstovurnar hava fingið toskin, men prísurin sum tær mugu gjalda er tann sami sum á Fiskamarknaðinum, sigur umsitingarleiðarin á Havstovuni, Annfinn Hjelm.

Magnus Heinason seldi góð 30.000 pund á Fiskamarknaðinum í morgun. 8.000 pund vóru av toski, sløk 20.000 pund av hýsu, og restin var onnur fiskasløg.

Miðalpísurin á toski 1 var 26 kr., á toski 2 var prísurin 24,50 kr., og á toski 3 var prísurin 20,30 kr., fyri kg.

Fyri hýsu var prísurin heldur betri, enn hann hevur verið. Miðalprísurin á hýsu 1 var 16 kr., á hýsu 2 14 kr. og á hýsu 3 12 kr. fyri kg.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482