Áseta egna kvotu, um eingin semja fæst

24.03.2021 - 17:00
InnlendisVinna
Áseta egna kvotu, um eingin semja fæst
Samráðingar verða um makrelin í næsta mánaði
Samráðingarnar í apríl verða avgerandi, nær og hvussu stóra makrelkvotu, Føroyar fara at áseta sær sjálvum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður

Samráðingarnar um makrelin í apríl verða avgerandi fyri, nær, og hvussu stóra makrelkvotu, Føroyar fara at áseta sær sjálvum.

ES, Noreg og Føroyar hava havt eina avtalu um at fiska makrel, og Bretland, sum nú er strandaland, sigur seg eisini taka undir við avtaluni.

Men tað krevur, at Bretland góðtekur, at føroysk skip sleppa at fiska makrel í bretskum sjógvi, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Fæst ikki semja um makrelin, fara Føroyar at áseta sína egnu kvotu, og tað kann ikki ganga ov long tíð, til tað verður gjørt, sigur landsstýrismaðurin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844