Hálvfjerðsinstjúgu er leivd av tjúgutalsskipan

31.03.2021 - 08:05
Lívsstílur
Hálvfjerðsinstjúgu er leivd av tjúgutalsskipan
Lurtari spyr, hví vit siga hálvfjerðs og hálvfjerðsinstjúgu
Meinhard E. Olsen javnaði fyri Føroyar í trýogfýrsinstjúgunda minutti í dystinum móti Moldova.

Í ítróttarfrásagnum síggja og hoyra vit orðingar, sum hálvfjerðsinstjúgunda ella áttaogfýrsinstjúgunda minutti. Men hví siga vit so?

Elin Henriksen greiðir frá: 

Nú á døgum nýta vit tíggjutalsskipanina, men hetta heitið er leivd av tjúgutalsskipan, sum millum annað er kend úr fronskum og keltiskum.

Vit kenna tað eisini úr føroyskum, har ein gyllin framvegis er 20 skinn.

Vit nýta framvegis hesi gomlu heitini á tølum, hóast vit eisini hava heiti, sum byggja á tíggjutalsskipanina.

'sins' merkir 'ferðir', samanber við danska 'sinde' (ingensinde, nogensinde)

 

Tal sagt merkir við tølum tíggjutalsskipan
50 hálvtrýss hálv-trýs-sins-tjúgu 2½ * 20 fimmti
60 trýss trý-sins-tjúgu 3 * 20 seksti
70 hálvfjerðs hálv-fjórð-sins-tjúgu 3½ * 20 sjeyti
80 fýrs fýra-sins-tjúgu 4 * 20 áttati
90 hálvfems hálv-fimt-sins-tjúgu 4½ * 20 níti

 

 
Er kopiera

Sí eisini

10.03.22
136736
06.09.21
128226
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342