Ógreitt um Smyril Line fer at biðja um hjálp

14.04.2021 - 13:45
InnlendisPolitikkur
Ógreitt um Smyril Line fer at biðja um hjálp
Søkir felagið pening úr hjálparpakka fýra, noyðist landið at rinda umleið 20 mió. kr. meira úr hjálparpakkanum
Jens Meinhard Rasmussen er fyribilsstjóri í Smyril Line

Smyril Line hevur ikki gjørt av, um felagið fer at søkja um pengar úr nýggja hjálparpakka fýra.

Søkir felagið, noyðist landið at rinda umleið 20 milliónir krónur meira úr hjálparpakkanum.

Smyril Line søkti ikki um pening úr hjálparpakka trý, tí hildið varð ikki, at treytirnar í pakkanum hóskaðu til felagið.

Smyril Line rindaði ikki vinningsbýti í 2019, men frá 2015 til 2018 lutaði felagið tilsamans 131 milliónir kr. í vinningsbýti.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590