Løgmaður: Vit skulu eisini lyfta okkara part

26.04.2021 - 16:37
InnlendisPolitikkur
Løgmaður: Vit skulu eisini lyfta okkara part
Bárður á Steig Nielsen leggur dent á, at danir eiga at fáa loyvi at seta radara upp á Sornfelli
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at vit eru partur av vesturheiminum, og tí eiga vit eisini at lyfta okkara part

Ikki óvæntað fór aðalorðaskiftið um uttanríkismál í tinginum í dag at snúgva seg um ætlaða radaran á Sornfelli.

Fleiri tingfólk vildu hava vissu fyri, at løgtingið eigur avgerðina um at loyva ella nokta fyri, at radarin verður settur upp.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, váttaði, at føroyskir myndugleikar eiga avgerðina.

Løgmaður legði dent á, at hann heldur, at danir skulu sleppa at seta radaran upp.

Bárður á Steig Nielsen segði, at um vit vilja tað ella ikki, so eru vit partur av vesturheiminum, og skulu eisini lyfta okkara part.

Hoyr ljóðbrot við løgmanni. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.
 

Stórur partur av orðaskiftinum í tinginum í dag um uttanríkismál snúði seg um ætlaða radaran á Sornfelli. Løgmaður váttaði, at føroyskir myndugleikar eiga avgerðina.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974