Radarin á Sornfelli ikki klárur fyrr enn í 2030

Radarin á Sornfelli ikki klárur fyrr enn í 2030
Danska verjan umhugsar nú, um onkur fyribilsloysn skal finnast í Føroyum, av tí at tað tekur somikið langa tíð at fáa radaran virknan, skrivar danska TV2 
Nýggi radarin, sum skalt setast upp á Sornfelli, verður ikki klárur fyrr enn í 2030
Mynd: Savnsmynd  
 
18.12.2023 - 09:53

Danska verjumálaráðið væntar at bjóða út lofteftirlitsradaran, sum skal standa á Sornfelli, einaferð í aðru hálvu av komandi ári.

Tað stendur í notati, sum er likið til TV2.

Hereftir fer tað at taka áleið fýra ár at byggja radaran. 

Verjan væntar at hava radaran virknan í 2030.

 

Umhugsa eina fyribilsloysn

Radarin var partur av sonevnda arktiska kapasitetspakkanum, har danska stjórnin lovaði at brúka 1,5 mia krónur uppá at betra um yvirvøkuna í arktis og norðuratlantshavi.

Av hesum eru 390 mió settar av til radaran á Sornfelli.

Men av tí at tað tekur somikið langa tíð at fáa radaran virknan, umhugsar Danska verjan nú, um ein fyribilsloysn skal finnast, skrivar TV2. 

Skal ein fyribils loysn eisini setast í verk, fer ætlanin tískil at kosta meira. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375