Blaðstjóri: Eitt fantasileyst uppskot

27.04.2021 - 13:48
Innlendis›Politikkur
Blaðstjóri: Eitt fantasileyst uppskot
Mentanarnevndin hevur broytt uppskotið hjá landsstýrismanninum um miðlastuðul, men tað er ikki nóg gott, halda blaðstjórar
Eirikur Lindenskov er ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum

- Eitt viljaleyst og fantasileyst uppskot.

Tað sigur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, nú samgongulimirnir í mentanarnevndini hava broytt uppskotið hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, um miðlastuðul.

Jóhann Lu:tzen, stjóri á Norðlýsinum, er heldur ikki fegin um uppskotið.

Mentanarnevndini hevur broytt uppskotið, soleiðis at nú fara 30 prosent av játtanini til rakstrarstuðul og 70 prosent til verkætlanarstuðul. Samstundis verður skotið upp, at broytingin ikki kemur í gildi fyrr enn 1. januar næsta ár,  eitt ár seinni enn ætlað.

Beinir Johannesen, næstformaður í mentanarvevndini, sigur, at ætlanin hjá landsstýrismanninum at taka allan rakstrarstuðulin burtur var ov ógvislig, og tí var uppskotið broytt.

Sosialurin fekk 678.000 kr í miðlastuðli fjør, og Norðlýsið fekk 232.000 krónur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Jóhann Lu:tzen, stjóri á Norðlýsinum.

Beinir Johannesen, næstformaður í mentanarnevndini hjá løgtinginum.
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213