- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu hava tiltøk, um vit ansa væl eftir
29.04.2021 - 18:00
Innlendis›Heilsa
Kunnu hava tiltøk, um vit ansa væl eftir
Pál Weihe, professari, heldur, at neyvan verður nakar trupulleiki at hava festivalar í summar

Pál Weihe er professari í fólkaheilsu
Er støðan við koronu sum nú, er neyvan nakar trupulleiki at hava tónleikafestivalar í summar.
Koronusmittan ger ikki nógv um seg, og verður koppsett sum ætlað, eru útlit til, at føroyingar kunnu halda summartiltøkini sum vanligt, um ansað verður væl eftir.
Tað sigur Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, nú fyrireikararnir av G-festivalinum hava gjørt av at hava festivalin í summar.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Tey, sum fyrireika G!, siga, at festivalurin verður aftur sum vant í summar.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. februar
Sjóvinnubankin, Føroya Fiskaexport og Føroya Ferðamannafelag verða stovnað
204755
Nýggjastu sendingar í SV














