Landslæknin: Nú veksur smittan ikki nógv aftrat

bannari
Landslæknin: Nú veksur smittan ikki nógv aftrat
Lars Fodgaard Møller heldur, at skuggatølini eru helst 20 prosent størri, enn smittutilburðirnir vísa
Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at skuggatølini eru eisini stór í løtuni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.01.2022 - 09:54

Aftur í dag vera smittutølini fyri koronu stór, men ikki so stór, sum í gjár.

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni:

 

1504894

 

Í gjár vóru 913 smittutilburðir staðfestir, sum er tað mesta eftir einum degi higartil.

- Metið verður helst tikið í næstum, men veksur neyvan nógv aftrat, sigur landslæknin: 

 

1504891

 

Nógva smittan, eisini millum tey kannaðu, merkir, at skuggatølini helst eru stór í løtuni, sigur landslæknin:

 

1504892

 

Lars Fodgaard Møller leggur afturat, at smittutølini helst eru eini 20 prosent størri, enn staðfestu tilburðirnir vísa.

Smittumetið mánadagin var annars fimti mánadagurin upp í slag, at nýtt met var sett.

27. desember vóru staðfestir 180 tilburðir, 3. januar 279, 10. januar 380, 17. januar 728, og fyrradagin vóru 913 nýggir smittutilburðir. 

Men landslæknin vil ikki siga, um tað er greitt mynstur í uppgerðini. 

Ov stór óvissa er, áðrenn tað kann staðfestast,  eitt nú tal av kanningum um vikuskiftini, positivprosent og nær fólk velja at kanna seg við meira, sigur landslæknin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532