- Tíðindi, mentan og ítróttur
Væntar eina loysn um 14 dagar
Tríggir borgarstjórar í Norðoyggjum vilja hava tiltøk sett í verk í tunlunum norður um Fjall alt fyri eitt, so ferðslan í tunlunum verður tryggari.
Borgarstjórarnir hava vent sær til Landsverk og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum.
Nógva virksemið norðan fyri tunlarnar leggur so mikið stórt trýst á gomlu tunlarnar, at okkurt má gerast fyri at tryggja tey, sum koyra í tunlunum, siga borgarstjórarnir.
Jørgen Niclasen sigur, at Landsverk arbeiðir við málinum, og hann væntar, at ein loysn verður funnin um einar 14 dagar.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði, er ein av borgarstjórunum, sum hava vent sær til Landsverk og landsstýrismannin í samferðslumálum.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, loysti fyrsta flagið, tá vegarbeiðið til nýggju tunlarnar norður um Fjall byrjaði. Jørgen Niclasen sigur, at Landsverk arbeiðir við einari loysn, sum skal tryggja ferðsluna í gomlu tunlunum.Tak niður
Sí eisini