Fyrra prik gevur fríari ræsur

bannari
14.05.2021 - 15:18
Innlendis›Heilsa
Fyrra prik gevur fríari ræsur
Koronutilmælini verða linkað, varð upplýst á tíðindafundi seinnapartin
Frá tíðindafundinum í Kringvarpinum seinnapartin

Landsstýrið heldur, at tað er ráðiligt at lata samfelagið eitt sindur upp aftrat, tí tað hevur eydnast at berja smittuna niður so hvørt.

Nú fáa tey, sum hava fingið fingið fyrra prik, fríari ræsur, tá tey koma aftur til Føroya. Neyðugt er ikki við heimauppihaldi, men tey skulu halda seg burtur frá stórari mannfjøld, har smittan kann nørast.

Men tey kunnu fara á matstovu, undir skipaðum viðurskiftum.

Hoyr samrøðu við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775