Hetta er ímóti øllum tí, sum læknar hava lært

bannari
20.05.2021 - 13:24
Innlendis›Heilsa
Hetta er ímóti øllum tí, sum læknar hava lært
Jenis av Rana, landsstýrismaður, er komin í andglett í spurninginum um koppseting fyri koronu
Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at tað tekur fleiri ár at menna vaksinur og heilivág, men koppinarevnini fyri koronu hava fingið undantaksloyvi

Tað hevur vakt stóran ans, at Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sagt í samrøðu við Vágaportalin, at hann fer ikki at koppseta seg fyri koronu, fyrr enn tað er greitt, hvørjar eftirfylgjur kunnu standast av koppsetingini.

Jenis av Rana sigur við útvarpið, at málið um koppingarevni fyri koronu er ímóti øllum tí, sum læknar hava lært, tí tað tekur vanliga fleiri ár at menna vaksinur og heilivág. Men koppingarevnini fyri koronu hava fingið undantaksloyvi.

Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, sigur hinvegin, at tað eru nógv, sum hava fingið eftirfylgju, tí tey hava havt koronu.

Hann sigur eisini, at nógv kunnu ikki koppsetast, eitt nú ung undir 16 ár, barnakonur og kvinnur, sum geva bróst. Tey kunnu ikki verjast, um vit ikki fáa floksimmunitet gjøgnum koppseting, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, sigur, at tað eru nógv, sum hava fingið eftirfylgju, tí tey hava havt koronu.
 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342