Vónar at smittan er avbyrgd

bannari
25.05.2021 - 13:20
InnlendisHeilsa
Vónar at smittan er avbyrgd
Landslæknin væntar, at nakrir tilburðir vera aftat, men hann vónar, at teir vera staðfestir millum fólk, sum longu eru í sóttarhaldi
Lars Fodgaard Møller, landslækni

Vónandi hava vit longu avbyrgt hetta smittuálopið, sigur landslæknin, Lars Fodgaard Møller.

Landslæknin væntar, at tað vera nakrir smittutilburðir aftrat næstu dagarnar, men hann vónar, at tilburðirnir fyri tað mesta vera millum fólk, sum eru farin í sóttarhald.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at nýggj tilmæli koma ikki í dag. Bíðað verður eftir, hvussu smittutølini fara at síggja út, áðrenn støða verður tikin, um nakað skal broytast.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398