Vinnulívið betur umboðað í Búskaparráðnum

08.06.2021 - 13:28
InnlendisPolitikkur
Vinnulívið betur umboðað í Búskaparráðnum
Nú eru tað fyrst og fremst kandidatar í vinnubúskapi, sum manna ráðið
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur valt nýggju nevndina fyri landsbankan, sum eisini er búskaparráð

Privata vinnulívið skal vera betur umboðað í Búskaparráðnum.

Tað sigur Jørgen Niclasen, sum hevur valt nýtt búskaparráð.

Áðrenn nýggja búskaparráðið varð valt, varð bygnaðurin broyttur, soleiðis at nevndin fyri Landsbanka Føroya eisini skal vera búskaparráð.

Eisini var lógin broytt soleiðis, at limirnir ikki bara skulu vera búskaparfrøðingar men eisini hava innlit í føroyska vinnulívið.

Nú eru tað fyrst og fremst kandidatar í vinnubúskapi, sum manna ráðið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Fróði Magnussen er nýggjur formaður í Búskaparráðnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482