Landsstýrismaðurin velur formannin

09.06.2021 - 13:39
Innlendis›Politikkur
Landsstýrismaðurin velur formannin
Lógin um landsbankan og váðaráðið varð broytt í vár
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur valt formannin í Búskaparráðnum. Lógin varð broytt í vár

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ger nú av, hvør skal vera formaður í Búskaparráðnum, og tað er nýtt.

Hetta varð broytt í lógini um Landsbanka Føroya og Føroya Váðaráð í vár.

Vanliga hevur ráðið skipað seg sjálvt.

Broytingin varð gjørd, eftir at lógaruppskotið hevði verið til hoyringar.

Í lógini eru eisini krøv um, at limirnir í ráðnum skulu kenna til føroyskt vinnulív, fígging og kredittmeting.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541