Fleiri menn enn kvinnur doyggja av krabbameini

10.06.2021 - 13:17
InnlendisHeilsa
Fleiri menn enn kvinnur doyggja av krabbameini
Nógv doyggja framvegis av krabba, men nógv færri doyggja av hjarta- og æðrasjúkum
Viðgerðirnar fyri krabbameinssjúkur eru vorðnar betri

Tað eru framvegis fleiri menn enn kvinnur, sum doyggja av krabbameini.

Í 2019 doyðu 60 menn og 42 kvinnur í Føroyum av krabba.

Samstundis vísa tølini, at nú doyggja nógv færri av hjarta- og æðrasjúkum.

Nakrar av krabbameinsjúkunumm, sum flest doyggja av, er krabbamein í lunga, vælindi og brisi.

Tordis Kristiansdóttir, serlækni í onkologi, krabbameinssjúkum, mælir monnum til skjótari at fara til lækna, um teir fáa sjúkueyðkenni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

Tordis Kristiansdóttir, serlækni í onkologi, mælir monnum til at fara skjótari til lækna, um teir fáa sjúkueyðkenni. (Mynd av facebook-vanga)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 8mf
210520
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 14-16
210519
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 6mf menn
210518
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 14-16
210517