Myndareportasja: Ein fyrrapartur á G3

Fyri 10 árum síðan fekk Hannebeth Garðalíð av Húsum staðfest krabbamein í undirlívinum. Hon fekk viðgerð, og gjørdist frísk, men sjúkan kom aftur. Í dag er Hannebeth 58 ára gomul, og seinastu tíðina hevur hon regluliga fingið kemo-viðgerðir á Onkologiska Ambulatoriinum á G3 á Landssjúkrahúsinum.

Anna Nybo úr Havn, sum er 66 ára gomul, hevur krabbamein í maga, sum hevur breitt seg til lungu. 

Hvørt ár fáa í meðal 250 føroyingar staðfest krabbamein. Nógv teirra noyðast undir drúgva medisinska viðgerð, sum kann vara frá mánaðum upp í ár. Ein tann vanligasti hátturin at viðgera krabbamein er kemoterapi. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

24.03.2021 kl.09:57

Narkosu-sjúkrarøktarfrøðingurin, Hergerð Heldarskarð, kemur at hjálpa til at leggja nálina til droppið hjá Hannebeth. 

Hannebeth hevur fingið eitt teppi at balla seg við, tí kemoviðgerðin tekur einar 5 tímar.

Æðrarnar í hondini á Hannebeth eru ávirkaðar av fleiri kemo-viðgerðum. Tað er trupult at finna týðiligar æðrar, og tí hjálpa narkosu-sjúkrarøktarfrøðingar, tá droppið skal leggjast.

Gudrun, sum er dóttir Hannebeth, er ofta við mammuni til kemo-viðgerðirnar.

Tey gera klárt.

Fólk missa ofta hárið av kemo-viðgerðum. Tá Hannebeth byrjaði at missa hárið, avgjørdi hon at raka alt av. 

So er um at vera klárt.

Tordis Kristiansdóttir (tv) er onkologur og skal í morgun hava samrøður við sjúklingar. Elin Jakobsen er sjúkrarøktarfrøðigur á Onkologiska Ambulatorium.

Summar samrøður kunnu vera truplari enn aðrar. Viðhvørt noyðist Tordis at geva sjúklingum boð um, at krabbin hevur breitt seg, og viðgerðin ikki virkar so væl sum ætlað. 

Elin fer at gera klárt til næst sjúkling.

Anna fær fyrst kemo í fýra tímar á Landssjúkrahúsinum. Síðani fær hon útgerð heim við, sum gevur henni kemo í tveir dagar aftrat.

Nálir, sproytur og kemo eru tætt knýtt.

Áðrenn viðgerðin byrjar, verður blóðtrýstið kannað.

Anna fær kemo 14. hvønn dag.

Elin ger posan við kemo-vætuni kláran. Í klára posanum er saltvatn, sum Anna fær í æðrarnar, áðrenn kemo verður sett til.

Allur heilivágurin hjá sjúklingunum verður skrivaður niður.

Eyð Gudmundsson er sjúkrarøktarfrøðingur á Onkologiska Ambulatoriinum.

Eyð kannar tólini.

Áðrenn viðgerðin byrjar, skal Hannebeth hava antihistamin í æðrarnar fyri at fyribyrgja ovurviðkvæmi. Tað fáa allir sjúklingar, sum fáa hetta slagið av kemo. Hannebeth ræðist sproytuna við antihistamini, tí hon er sera pínufull.

Heilivágurin til Hannebeth verður skrásettur.

Antihistamin verður gjørt klárt.

Hannebeth hevur fingið smákøkur og ein heitan munn. Hon hevur ikki vaml av viðgerðini, og matarlystinum bilar onki, sigur hon.

Eyð ásetur, hvussu skjótt vætan skal renna í æðrarnar.

Sjúklingar, sum fáa kemo, noyðast at venja seg við at fáa nógv prik í æðrarnar. 

Hannebeth brúkar ofta húgvu, nú hon onki hár hevur. Í dag er so mikið heitt, at henni ikki nýtist húgvuna.

Pínan rekur upp gjøgnum armin, tá Hannebeth fær antihistamin inn í æðrarnar. Pínan varir ein hálvan minutt og fjarar so burtur aftur.

Ein uggandi hond frá dóttrini.

Ein kemo-dagur kann gerast drúgvur. Hvør posi tekur ein hálvan tíma at tøma, og síðani verða nýggir posar hongdir upp.

Viðgerðin í dag er tann seinasta av seks kemo-viðgerðum. Eftir páskir skal Hannebeth til samrøðu hjá onkologinum fyri at fáa at vita, um viðgerðin virkar eftir ætlan.

Hannebeth plagar at fáa sær ein blund, meðan heilivágurin rennur í æðrarnar.

 

Er kopiera