Miðstøðin eisini týdning fyri heilsugransking

11.06.2021 - 14:48
InnlendisHeilsa
Miðstøðin eisini týdning fyri heilsugransking
Gongst sum ætlað letur nýggja diabetesmiðstøðin upp fyrst í 2023
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sigur, at samstarvsavtalan við Novo Nordisk Grunnin er fyrsta stig á leiðini at lata diabetesmiðstøð upp í Føroyum

Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Grunnurin hava gjørt samstarvsavtalu um diabetesmiðstøð í Føroyum.

- Hetta er fyrsta stig á leiðini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Hann sigur, at miðstøðin fær eisini týdning fyri heilsugranskingina í Føroyum.

Diabetesambulatoriið á Landssjúkrahúsinum verður umskipað til eina diabetesmiðstøð, sum verður nevnd Steno Diabetes Miðstøð Føroya.

Landsstýrismaðurin vil ikki avdúka, hvussu stóra upphædd Novo Nordisk Grunnurin fer at lata, men talan er um eina stóra upphædd, og avgjørt er, hvussu pengarnir skulu nýtast, sigur hann.

Hoyr ljóðbrot við Kaj Leo Holm Johannesen.

Diabetesambulatoriið á Landssjúkrahúsinum verður umskipað til eina diabetesmiðstøð, sum verður nevnd Steno Diabetes Miðstøð Føroya.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762