- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Tey hava filmað í tríggjar mánaðir, men nú eru upptøkurnar til fyrstu føroysku sjónvarpsrøðina og størstu filmsverkætlanina í Føroyum nakrantíð komnar undir land.
Eini 50 fólk úr Føroyum og útlandinum hava verið knýtt at upptøkunum til sjónvarpsrøðina Trom, sum verður í seks pørtum við íblástri úr krimisøgunum hjá Jógvani Isaksen um journalistin Hannis Martinsson.
Maria Rich, sum spælir Karla Mohr, kvinnuliga høvuðsleiklutin í Trom, heldur, at upptøkurnar hava eydnast sera væl. Hon heldur, at vit eru væl før fyri at framleiða stórar filmar í Føroyum, og at her eru nógvar spennandi søgur at siga.
Maria hevur fyrireikað seg væl til sín leiklut sum kanningarløgregglukvinna millum annað við at vitja á politistøðini í Havn og sett seg inn í føroysk viðurskifti. Men tað er ikki bert arbeiðið, sum hevur verið ein góð og serstøk uppliving fyri Mariu. Í samband við upptøkurnar flutti hon til Føroya við allari familjuni og tey hava trivist sera væl og húsast í einum lítlum húsum við Svartafoss. Maria vísur á, at tey eru vorðin sera væl móttikin, og millum annað hava nýtt at verið so tætt uppá náttúruna.
Lurtið eftir samrøðuni við Maria Rich, har hon fortelur um sínar upplivingar í samband við upptøkurnar og tað at arbeiða í Føroyum.