Ætlar at lóggeva undantøk í Almannaverkinum

14.06.2021 - 17:24
InnlendisSamfelag
Ætlar at lóggeva undantøk í Almannaverkinum
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur uppskot klárt at leggja fyri tingið
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, var gestur hjá Sigrún Brend í útvarpsstovuni fyri løtu síðani

- Tað ber ikki til at sita hendur í favn, tá stjórin í Almannaverkinum sigur, at nú kann at standa um lív hjá teimum, sum eru á bústovnum undir Almannaverkinum.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, sum hevur gjørt eitt uppskot um at lóggeva um undantøk fyri starvsfólk í Almannaverkinum, tá verkfall er.

Uppskotið steðgar ikki verkfallinum, men snýr seg bara um undantøk.

Uppskotið er klárt at leggja fyri tingið, men ivasamt er, um nóg stór undirtøka verður fyri at víkja frá tíðarfreistunum, so uppskotið kann avgreiðast skjótast til ber.

Til tess er neyðugt við atkvøðum úr andstøðuflokkununum, og sum skilst tekur andstøðan ikki undir við tí.

Hoyr samrøðu, sum Sigrún Brend gjørdi við Helga Abrahamsen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493
Hósdag 19. februar
Jóhanna: Mín moður
204500
Hósdag 19. februar
Filip: Elisabet og Elinborg
204498