Høvdu ikki loyvi at fiska

16.06.2021 - 18:00
InnlendisVinna
Høvdu ikki loyvi at fiska
Skip hjá Varðanum samstarvaðu um makrelfiskiskapin uttan undantaksloyvi frá Vørn. Um Finnur Fríði hevði søkt um loyvi hevði hann ikki kunnað fiskað
Finnur Fríði og onnur skip hjá Varðanum samstarva um at fiska makrelin og føra hann til lands

Kringvarpið var við, tá Finnur Fríði fór á makrelveiðu, og vísti myndir, tá Finnur Fríði tók ímóti makreli frá øðrum uppsjóvarskipum hjá Varðanum.

Hetta varð gjørt, hóast teir ikki høvdu fingið undantaksloyvi frá Vørn at samstarva um makrelin.

Høvdu teir søkt, høvdu teir ikki bæði kunnað fiska og tikið ímóti.

Skiparin hevur góðtikið eitt sektaruppskot uppá 130.000.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Óli Hans Olsen er stjóri á Vørn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815