Skip skulu kunna samstarva um fiskiskap

18.06.2021 - 18:00
InnlendisPolitikkur
Skip skulu kunna samstarva um fiskiskap
Kunngerðin verður broytt, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
Skip hjá Varðanum samstarvaðu um fiskiskap, meðan tey vóru á fiskileið. Tað endaði við, at skiparin á Finni Fríða fekk 130.000 kr. í bót.

Tað skal ikki bera til hjá Vørn at seta krøv til skipini, at tey ikki skulu fiska sjálvi, um tey eisini taka ímóti fiski, meðan tey eru á fiskileið.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum fer at broyta kunngerðina, so skipini kunnu samstarva smidligari um fiskiskapin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ætlar at broyta kunngerðina, so tað verður smidligari hjá fiskiskipum at samstarva á fiskileið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221