Skiparin fekk bót - skipanin er ov stirvin

18.06.2021 - 09:38
InnlendisVinna
Skiparin fekk bót - skipanin er ov stirvin
Finnur Fríði hevði ikki fingið undantaksloyvi at taka ímóti makreli frá øðrum skipum hjá reiðarínum Varðanum
Bogi Jacobsen er stjóri í Varðanum

- Skipanin er ov stirvin.

Tað heldur stjórin í Varðanum, Bogi Jacobsen, nú skiparin á uppsjóvarskipinum Finni Fríða hjá reiðarínum hevur fingið 130.000 kr. í bót.

Finnur Fríði hevði ikki fingið undantaksloyvi at taka ímóti fiski frá øðrum skipum, sum Varðin eisini eigur.

Bogi Jacobsen heldur, at tað eigur at bera til at finna eina liðiligari skipan.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Finnur Fríði tók móti makreli frá m.a. Gøtunesi á fyrsta makreltúrinum í ár.

Arni Hansen er skipari á Finni Fríða.​​​​​​​
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949