- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tavan byggir íbúðir til útlendsk starvsfólk
24.06.2021 - 10:09
Innlendis›Samfelag
Tavan byggir íbúðir til útlendsk starvsfólk
Ætlanin er at leiga íbúðirnar út til onnur, tá útlendingar ikki hava tørv á teimum
Tavan í Leirvík hevur so stórar trupulleikar at fáa arbeiðsfólk, at tey nú ætla at byggja fimm íbúðir á havnarlagnum í Leirvík, sum útlendsk starvsfólk kunnu búgva í, tá ið tey koma higar at arbeiða.
Málið kemur fyri býráðið í Eysturkommunu í dag.
Joen Magnus Rasmussen, stjóri á Tavuni, væntar, at íbúðirnar verða leigaður út til onnur, tá ið útlendsk starvsfólk á Tavuni ikki hava brúk fyri teimum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Joen Magnus Rasmussen er stjóri á Tavuni.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV