- Tíðindi, mentan og ítróttur
HB-formaður: Ivasamar arbeiðsumstøður hjá Jonasi

Í gjár gavst Jonas Dal Andersen sum høvuðsvenjari hjá HB.
Nevndin í HB hevur ikki sagt venjaran úr starvi, sigur Páll Mohr Joensen, formaður í felagnum.
- Eftir nøkur prát millum nevndina og venjaran og leikarar og venjara og innanhýsis í venjaratoyminum, hevur Jonas valt at gevast, og hetta kom eitt sindur óvart á, sigur formaðurin í HB.
- Støðan var ikki beinleiðis hon, at hann hevði verið koyrdur til hús, um hetta ikki kom fram nú, sigur Páll Mohr Joensen.
Formaðurin í HB ásannar kortini, at arbeiðsumstøðurnar hjá Jonasi hava verið ivasamar.
Millum annað tí at kappingarárið í fjør var óvanliga drúgt og felagið hevði fyrireikað seg til enn eitt kappingarár við Jens Bertheli Askou, sum brádliga gavst og gjørdist høvuðsvenjari hjá AC Horsens.
Tak niður