SEV flytur staðseting av vindmyllum á Eiði

01.07.2021 - 18:15
Innlendis›Umhvørvi
SEV flytur staðseting av vindmyllum á Eiði
Ætlaðu vindmyllurnar, sum skuldu standa á Eiði tætt við Loranstøðina, skulu hava nýggja staðseting

SEV tekur nú atfinningarnar um vindmylluætlanina á Eiði til eftirtektar, og flytir staðsetingina.

Undirskriftir vórðu savnaðar á Eiði móti ætlanini. Skipað var eisini fyri borgarafundi á Eiði 16. mars, har fleiri enn 100 fólk møttu.

Brian Joensen er verkætlanarleiðari fyri vindmylluverkætlanina á Eiði sigur, at tey hava tikið atfinningarnar til eftirtektar og valt at flyta staðsetingina av vindmyllunum til aðrastaðni í kommununi.

SEV arbeiðir nú við at fáa loyvini upp á pláss, og tey vóna, at vindmyllurnar koma upp næsta summar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026