- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radio SALT

Mikukvøldið 30. september 2026 var aftur kvøldseta í Mentanarhúsinum SALT á Tvøroyri, sum Radio SALT og Kringvarp Føroya skipaðu fyri. Áhoyrarnir hugnaðu sær óført undir hesari beinleiðis útvarpssending, har bæði skemt og álvari vóru á skránni. Harumframt spældu Tróndur og Lív fimm løg saman við Óla Holbæk Mortensen, gittar, og Kristian Paula Ellefsen, klaver. Eisini vóru børnini hjá Lív og Trónda, Sól og Dagur við eina løtu. Og Ung úr Sumba kvøddu kvæðið um frísarnar í Akrabergi.
Tvøroyarar Skúli arbeiðir við ætlan um foreldrasáttmála, har foreldrini játta seg til at bíða við at geva børnum sínum snildtelefon, til tey eru fylt fimtan ár. Um tað tosar verturin, Annika Bolton Mortensen, við Anniku Jónsveinsdóttir Nolsøe um. Hon er forkvinna í skúlastýrinum og saman við henni er næmingarráðsformaðurin í Tvøroyar Skúla, Óðin Hammerfoss úr 8. flokki. Stýrið fyri skúlan heldur, at snildtelefonirnar forða menningini hjá børnum og ungum, hvat landsstýrið eisini heldur. Talan er um eitt 'yvirhøvur-bann', tí í nógv ár hevur forboð fyri snildfonum verið galdandi í Tvøroyrar Skúla í skúlatíðini. Skúlastýrið ætlar sær tó ikki at spæla snildfons-løgregla. Óðin Hammerfoss sigur, at tað ikki verður torført, um børnini ongantíð hava havt snildfon sum lítil.
Visit Suðuroy umboðið, Magnus Pauli West, greiðir frá sumrinum og hvussu tað hevur hilnast. Denturin er á ferðavinnuna, harav evni sum náttúrurøkt og framskygni eru undirevni.
Ung í Sumba kvøða um frísarnar í Akrabergi, hvørs lagna varð tung, tí sóttin svarta gjørdi av við teir flestu. Tað sigur søgnin. Dagsins veruleiki er, at børn og ung í Sumba framvegis taka væl undir við føroyskum dansi. Í 2023 vóru tey í Svøríki og dansaðu og í ár hava tey verið í Finnlandi. Um tað hoyra vit leiðaran, Andrea Gilstón Danielsen, og eitt umboð fyri ungu kvøðararnar, Britt Jónsdóttir, greiða frá.
Café Tvørá er nýggj kaffi- og matstova á Tvøroyri. Vertir fyri henni eru Todi Jónsson og Poulina Øregaard Isaksen. Bæði eru tey klaksvíkingar, sum hava valt at fluta suður á Tvøroyri, tó Todi hevur búð í Keypmannahavn í 33 ár, har hann m.a. hevði eina glæsiliga fótbóltskarrieru. Í øllum førum er talan um nýggjar tíðir fyri tey bæði.
Poulina helt gongd í Kafé Tvørá, meðan Todi kom á gátt í SALT saman við søgufróða tvøramanninum, Einari Larsen, ið greiddi Toda frá hending hjá abba hansara, gamla Toda, sum búði á Tvøroyri í trýatiárunum. Talan var um vónbrot viðvíkjandi gentu, sum gamli Todi hevði avtalu við eftir dansin, men sum narraði hann. Tað fekk gamla Toda at gera áhugaverda handling, hvørs avleiðing framvegis kann síggjast á Tvøroyrar bygda- og sjóvinnusavni. Tað er bara at fara at hyggja. Annars greiðir yngri Todi eisini frá nýggja virkseminum í Kafé Tvørá - og hví tey valdu at flyta suður.
Í tveimum umførum kann skemt eftir Gundur Johansen hoyrast. Í einum av førunum vitjar hann rottuhaga í Sumba, har tey søgdu ongar rottur vera eftir í 2024, men er tað satt? Í hinum innslagnum fer hann á gátt í úthúsum í Hvalba, har ein maður er farin undir at fletta ein 'premiuveðr'. Tað kann ikki vera annað enn stuttligt.

Radio SALT
Í Radio SALT er bæði álvarsamt og skemtiligt innihaldi, umframt live tónleikur.










