Góðar umstøður skulu lokka námsfrøðingar til Eiðis

02.07.2021 - 12:36
InnlendisPolitikkur
Góðar umstøður skulu lokka námsfrøðingar til Eiðis
Námsfrøðingar og hjálparfólk við námsfrøðiligari ábyrgd fáa nú tríggjar tímar eyka um vikuna til fyrireiking og eftirmeting á Eiði
Eiðis kommunu gevur góðar umstøður til sínar námsfrøðingar, fyri at lokka aðrar til, sigur borgarstjórin
Mynd: Savnsmynd  

Á Eiði fara námsfrøðingar og hjálparfólk við námsfrøðiligari ábyrgd at fáa tríggjar tímar eyka um vikuna til fyrireiking og eftirmeting.

Tað samtykti bygdarráðið, týsdagin.

Eykatímarnir til fyrireiking og eftirmeting eru í fyrstu syftu mettir at kosta 30.000 krónur, kommunan rindar kostnaðin og fer at eftirmeta eftir trúggjar mánaðir.

- Við at bøta um viðurskiftini í námsfrøðiliga arbeiðinum, lokka vit vónandi fleiri námsfrøðingar til kommununa, sigur Rógvi Egilstoft, borgarstjóri.

Hann heldur ikki at kommunan gongur í móti semjuni og nýggja sáttmálanum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið.

Hoyr innslagið frá útvarpstíðindunum, har Jógvan Skeel Nolsøe eisini tosar við Kristinu Toftegaard Larsen, sum er leiðari í barnagarðinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112