Fólkatalið á Eiði methøgt

Fólkatalið á Eiði methøgt
Sambært Eiðis Kommunu búgva nú 726 fólk í kommununi, og tað er met.
 
14.08.2018 - 08:42

Ongantíð fyrr hava búð so nógv fólk á Eiði sum ídag. Sambært Eiðis Kommunu búgva nú 726 fólk í kommununi, og tað er met.

Áðrenn kreppuna fyrst í nítiárunum búðu 721 fólk á Eiði, men eftir kreppuna minkaði íbúgvaratalið niður í 635.

Í 2003 kom fólkatalið upp aftur á sama støði sum áðrenn kreppuna, 723 borgarar, men eisini tá kom eitt fall í fólkatalinum, sum rakti botnin í 2012, tá bert 666 fólk búðu í Eiðis kommunu.

Síðani tá eru 60 fólk løgd afturat, og íbúgvaratalið er nú 726.

Tað eru 14 fólk fleiri enn 1. juni, sum eru nýggjastu tølini hjá Hagstovuni.

Sambært Jógvani í Skorini, borgarstjóra, fær kommunan regluliga fyrispurningar um bústaðarmøguleikar í kommununi, og sambært borgarstjóranum hevur Eiðis Kommuna ætlanir um at bjóða fleiri grundøki næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096