Vestergaard: "Eg gangi ørindi fyri tjóðina"

13.07.2021 - 12:46
InnlendisVinna
Vestergaard: "Eg gangi ørindi fyri tjóðina"
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vil ikki hava sitandi á sær, at hann gongur ørindi fyri vinnuna í sambandi við makrelfiskiskapin

Fer alt rætt fram, nú føroysk uppsjóvarskip fiska av øllum alvi fyri at fáa hækkaðu makrelkvotuna til høldar í ár?

Tað er kjarnin í teimum spurningunum, sum Vinnunevndin í morgun spurdi Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, eftir at hann bleiv kallaður í samráð í nevndini.

Serliga hava spurningarnir snúð seg um støðurnar, har uppsjóvarskip í altjóða sjógvi hava tikið og latið makrel millum hvørt annað.

Ein støða, sum hevur gjørt, at Vørn ætlar at taka loyvi frá trimum skipum hjá Varðanum til at taka og lata makrel í føroyskum sjógvi í eina viku.

Men landstýrismaðurin sigur, at fiskiskapurin er nóg væl skipaður, hóast hann í dag fer at koma við nýggjari kunngerð, sum loyvir skipunum at taka og lata makrel soleiðis, sum tey meta vera mest skynsamt.

HOYR SAMRØÐUNA VIÐ JACOB VESTERGAARD, LANDSSTÝRISMANN Í FISKIVINNUMÁLUM.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613