Farmaflogfelag skal flúgva laks til USA

20.07.2021 - 13:00
InnlendisVinna
Farmaflogfelag skal flúgva laks til USA
Nýstovnaða farmaflogfelagið hjá Bakkafrosti fer at flúgva laks til USA og møguliga eisini til Asia. Tað sigur Símin P. Jacobsen, sølu- og marknaðarstjóri í Bakkafrosti.
Tað er serliga laksaútflutning til USA, sum nýggja farmaflogfelagið hjá Bakkafrosti fer at leggja seg eftir
Mynd: Savnsmynd  

Nýstovnaða farmaflogfelagið hjá Bakkafrosti fer at flúgva farm til USA og møguliga eisini til Asia. Tað sigur Símin P. Jacobsen, sølu- og marknaðarstjóri í Bakkafrosti.

Bakkafrost hevur eisini aling í Skotlandi, og har stinga somu trupulleikar seg upp, sum teir í Føroyum.

Alifyritøkan brúkar vanliga ferðafólkaflogfør at flyta farm, men serliga hetta seinasta hálvtannað árið hava tað verið trupulleikar at fingið nokk av plássi við flogførum. Tað hava verið ov fá flogfør, sum hava flogið. og harafturat er flutningskostnaðurin í flogførunum farin rættiliga nógv upp.

 

Hava framleiðslu í USA

Bakkafrost hevur eisini eina framleiðslu í USA, í New Jersey. Ætlanin er at taka laks við flogfari úr Føroyum til ta framleiðsluna.

"Fyri at tað skal geva meining at flúgva við hesum nýggja farmaflogfelagnum, kann mann rokna við, at flogið verður hvørja viku," sigur Símin P. Jacobsen.

Ætlanin er at fáa fiskin beinleiðis úr Føroyum til kundan, so skjótt sum til ber, fyri at fiskurin skal vera so feskur sum til ber, tá kundin fær hann.

Hann væntar ikki at flogið verður til Evropa, tí har er gott samband við skipið, og fjarstøðan úr Føroyum til Skotlands er so lítil. So tað verður allarhelst flogið til støð, sum eru longur burtur, sigur Símin P. Jacobsen.

HOYR SAMRØÐUNA VIÐ SÍMIN P. JACOBSEN

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096