Bakkafrost brúkar lasara móti laksalús

Bakkafrost brúkar lasara móti laksalús
Bakkafrost hevur seinastu tveir mánaðirnar roynt nýggja lasaratøkni, sum skannar laksin og skjýtur lúsina
 
12.08.2026 - 19:03

Bakkafrost roynir nú nýggja lasaratøkni at basa laksalús. Skipanin skannar laksin og skjýtur lúsina við lasara, meðan fiskurin svimur í aliringinum.

Tøknin hevur verið roynd seinastu tveir mánaðirnar, og ein fyrimunur er, at fiskurin ikki skal handfarast á sama hátt sum við verandi viðgerðum, eitt nú viðgerð í feskvatni.

Bjarni Larsen, alistjóri í Bakkafrosti, sigur, at talan er um eina kostnaðarmikla íløgu, men riggar skipanin eftir ætlan, kann hon gerast ein skilagóð og fyribyrgjandi loysn.

Í fyrstu syftu er tó ikki ætlanin at gevast við verandi viðgerðarhættum. Bakkafrost vil fyrst fáa royndir við nýggju tøknini og vita, hvussu hon riggar í føroyskum umstøðum.

Lasaratøknin verður longu brúkt í Norður-Noregi og í Íslandi. Í Føroyum verður skipanin stýrd úr Kollafirði, og Bakkafrost er í holt við at seta eitt serligt lasaratoymi.

Hoyr innslag her:

Lusalasari_hja_Bakkafrosti
 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329