Barnakonur kunnu eisini verða koppsettar

bannari
27.07.2021 - 15:11
Innlendis›Politikkur
Barnakonur kunnu eisini verða koppsettar
Koppsetingarbólkurin hevur latið landsstýrismanninum tilmæli
Barnakonur og kvinnur, sum geva bróst, fáa nú eisini tilboð um koppseting fyri koronu.

Barnakonur og kvinnur, sum geva bróst, kunnu nú eisini verða koppsettar fyri koronu.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Koppsetingarbólkurin hevur havt fund í dag, og tilmælið frá bólkinum er, at tilboðið um koppseting eisini skal vera til kvinnur, sum eru við barn, og kvinnur, sum geva bróst.

Koppsetingarbólkurin hevur eisini mælt til, at børn niður í 12 ár verða koppsett.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

Kaj Leo Holm Johannesen er landsstýrismaður í heilsumálum.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541