Lítið plantuæti kann fáa avleiðingar fyri toskastovnin

20.08.2021 - 10:03
InnlendisSamfelag
Lítið plantuæti kann fáa avleiðingar fyri toskastovnin
Greitt samband er millum gróður og tilgongd av fiski
Eilif Gaard er stjóri á Havstovuni.

Lítið er til av plantuæti á føroyska landgrunninum, vísa kanningar frá Havstovuni.

Plantuæti er fyrsti liður í føðiketuni í sjónum, og er sostatt føðigrundarlag undir djóralívinum í sjónum.

Gróðurin kann vera sera misjavnur frá ári til árs, og Havstovan hevur fyrr víst á, at eitt greitt samband er millum gróðurin av plantuæti, tilgongd av fiski og vøkstur á landgrunninum.

Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sigur, at hetta kann hava avleiðingar fyri millum annað toskastovnin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615