Stórhøllin í Havn komin væl áleiðis

24.08.2021 - 11:06
InnlendisSamfelag
Stórhøllin í Havn komin væl áleiðis
Gongst sum ætlað, verður høllin tikin í nýtslu um tvey ár, sigur borgarstjórin
Stórhøllin í Havn verður mett at kosta 217 mió. kr.

Fyrireikingarnar at byggja stórhøll í Havn eru komnar væl áleiðis, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Høllin skal standa við Stórutjørn, og skal kunna hýsa 3.000-4.000 fólkum til hondbóltsdyst. Hon skal eisini brúkast til konsertir, samkomur og annað.

Høllin fer at kosta umleið 217 mió. krónur, og gongst sum ætlað, væntar borgarstjórin, at hon verður klár at taka í nýtslu um tvey ár.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401