Heimaflotin eigur at fáa botnfisk aðrastaðni

26.08.2021 - 12:20
InnlendisPolitikkur
Heimaflotin eigur at fáa botnfisk aðrastaðni
Formaðurin í Javnaðarflokkinum heldur tað vera í lagi, at heimaflotin ikki rindar tilfeingisgjald av makrelkvotum
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum

Tað er í lagi, at heimaflotin ikki rindar tilfeingisgjald av makrelkvotunum, men hann átti heldur at fingið botnfisk aðrastaðni, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

Landið missir hvørt ár tíggjutals milliónir í tilfeingisgjaldi, tí makrelurin verður brúktur sum stuðul til heimaflotan.

Men heimaflotin hevur undirskot, og tí skal hann ikki rinda tilfeingisgjald, sigur Aksel V Johannesen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552