Ákærdi: Talan var ikki um hóttanir

30.08.2021 - 13:22
Innlendis112
Ákærdi: Talan var ikki um hóttanir
Revsimálið móti einum 50 ára gomlum manni er tikið til dóms
Dómur fellur í revsimálinum móti 50 ára gamla manninum um eina viku.

Maðurin, sum er ákærdur fyri í fleiri førum at hava hótt fólk eftir lívinum, játtaði í rættinum í dag at hava skrivað, men hann segði, at talan var ikki um hóttanir.

Hann segði, at hann vildi gera vart við eitt mál, og hann vildi hava fólk at vakna, sum hann málbar seg.

Maðurin varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur í desember í fjør. Tá noktaði hann seg sekan.

Málið var fyri í rættinum fyrrapartin, og tað er tikið til dóms. Dómur fellur um eina viku.

Hoyr Frants Jensen greiða frá úr rættinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762