Nógv færri rættarmál avgreidd í fjør

Nógv færri rættarmál avgreidd í fjør
Í Føroya rætti eru nógv tey flestu rættarmálini borgarlig mál. Í fjør vóru tey 980 í tali
1.300 mál vórðu avgreidd í Føroya rætti í fjør, 700 færri enn árið fyri
 
21.04.2021 - 15:00

Nógv færri mál vórðu avgreidd í Føroya rætti, Fútarættinum og Skiftirættinum í fjør enn árið fyri, vísa tøl hjá Hagstovuni. Sløk 4.000 rættarmál vórðu avgreidd í Føroyum í 2020.

Av hesum vóru umleið 1.300 rættarmál avgreidd í Føroya Rætti, gott 2.000 í Fútarættinum og sløk 500 mál í Skiftirættinum. Harafturat vóru umleið 80 mál avgreidd í Yvirfriðingarnevndini, skrivar Hagstovan.

Hetta er væl minni enn í 2019. Heili 700 færri mál vórðu avgreidd í Føroya Rætti, 350 færri mál í Fútarættinum og sløk 100 mál færri í Skiftirætinum. Í Yvirfriðingarnevndini er talið óbroytt.

980 borgarlig mál í fjør

Í Føroya Rætti eru nógv tey flestu málini - um 980 í fjør - borgarlig mál. Stutt kann sigast, at borgarlig mál eru mál, har ein borgari leggur sak móti øðrum borgara, fyritøku ella myndugleika. 

Borgarlig mál vóru upp á tað mesta í 2008. Tá vóru 2.000 mál av hesum slagnum. Siðani er tað minkað líðandi aftur, og er nú komið niður um 1.000, tað lægsta í hesi øldini.

Í 2013 vóru stívliga 800 revsimál í Føroyum. Síðani er tað minkað aftur, niður um 300, sum somuleiðis er tað lægsta í hesi øldini. Revsimál eru sakarmál viðvíkjandi lógarbrotum, ið kunnu viðføra revsing við bót, hefti ella fongsli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808