Varðhaldsfongslingin longd fýra vikur

Varðhaldsfongslingin longd fýra vikur
Skuldsetti maðurin góðtók sjálvboðin, at varðhaldið varð longt 
Maðurin, sum er fyrst í 30-unum, varð í oktober í fjør tikin í sambandi við, at løgreglan kannaði ferðafólk, sum komu við Norrønu
 
31.03.2021 - 13:49

Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava barnapornografiskt tilfar í varðveitslu, skal vera í varðhaldi í fýra vikur afturat.

Maðurin góðtók sjálvboðin, at varðvaldið varð longt. 

Maðurin, sum er fyrst í 30-unum, varð í oktober í fjør tikin í sambandi við, at løgreglan kannaði ferðafólk, sum komu við Norrønu. 

Løgreglan fann rúsevni uppi á manninum, og hann varð tí handtikin.

Telefon og telda hjá manninum vórðu kannað, og har fann løgreglan nógv barnaporno.

Blygnaðarskemd

Maðurin er eisini skuldsettur fyri blygnaðarskemd, og fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á børn undir 12 ár, kortini er talan ikki um samlegu. 

Og hann skal í tveimum førum hava tikið myndir av einum barni, meðan tað svav og tí ikki kundi verja seg.

Maðurin er mentalkannaður, og mentalkanningin er send danska rættarlæknaráðnum til ummælis. Bíðað verður nú eftir svari haðani, og tá tað kemur, er málið klárt at fara í rættin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120