Royndarverkætlan við sankutøðum heldur uppat

01.09.2021 - 09:29
InnlendisUmhvørvi
Royndarverkætlan við sankutøðum heldur uppat
Borgarstjórin í Vági vil hava IRF við í avgerðina um, hvussu skipanin skal vera í framtíðini
Bjarni Johansen er borgarstjóri í Vági.

Vágs kommuna heldur ikki fram við royndarverkætlanini við sankutøðum, sum varð sett í verk fyri einum ári síðani.

Tað boðar kommunan frá.

Skipanin skal nú eftirmetast, og greiða skal fáa á leiklutinum hjá IRF, sum savnar ruskið triðju hvørja viku.

Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu, vil hava IRF við í avgerðina um, hvussu skipanin skal vera í framtíðini. 

Og tað er ikki bara spurningur um pengar, sigur borgarstjórin. 

IRF skal taka eisini taka støðu til, hvat skal skiljast, og hvat ikki skal skiljast.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

Vágs kommuna gevst við royndarverkætlanini við sankutøðum. Skipanin verður nú eftirmett.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489