Átrúnaður kann ávirka hugin at lata seg koppseta

01.09.2021 - 14:22
InnlendisHeilsa
Átrúnaður kann ávirka hugin at lata seg koppseta
Fróðskaparsetrið og greiningarfyritøkan Lóður hava kannað støðuna
Fróðskaparsetrið og Lóður hava kannað samanhangin millum átrúnað og áhugan at lata seg koppseta.

Hjá teimum, sum eru yngri enn 45 ár, sæst samanhangur millum átrúnað og áhuga at lata seg koppseta fyri koronu.

Bara 61 prosent í hesum bólki eru sinnað at lata seg koppseta.

Hinvegin sæst eingin samanhangur millum fólk, eldri enn 45 ár, og sum siga átrúnað fylla sera nógv, og áhugan fyri at lata seg koppseta.

Tað vísir kanning, sum Søgu- og Samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur gjørt saman við greiningarfyritøkuni Lóðri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873