Vera ella verða

06.09.2021 - 12:18
Lívsstílur
Vera ella verða
Ein tummilsregla er, at kanst tú seta blíva ella bleiv, so fær orðið, vera, ð. Tummilsreglan er bara ikki heilt álítandi, sigur Elin Henriksen

Mong ivast í, nær orðið, vera, hevur ð.

Spurningur:
Eg ivist í vera og verða. Tá ein kann brúka bæði, hvat velur ein tá? Til dømis: Onki var sagt. Í hesum døminum kann ein brúka bleiv og er.

- Var hevur sum oftast onki ð, sigur Elin Henriksen, málkøn, og leggur afturat, at um tú ivast í, um vera skal hava ð, lat so vera.

Ein góður máti at vita, um orðið, var, skal hava ð ella ikki, er at seta tað í nútíð.

Sigur tú er í nútíð, fær var ikki ð, sigur tú verður í nútíð, fær orðið ð.

Dømi:
Óli var føddur í 2003.

Í nútíð sigur tú er, tí tú kanst ikki siga, at Óli verður føddur í 2003. 

Avgerðin var tikin í gjár. 

Tú kanst ikki siga: Avgerðin verður tikin í gjár, og tí fær var onki ð. 

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334