Kynslig brotsverk skulu revsast harðari

08.09.2021 - 18:00
Innlendis›Politikkur
Kynslig brotsverk skulu revsast harðari
Herðingarnar koma í revsilógina nú, sigur løgmaður
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at revsilógin verður herd.

- Kynslig brotsverk skulu revsast harðari.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í dag, tá Annika Olsen, tingkvinna, spurdi, um hann ætlar at herða revsingina fyri neyðtøku og kynslig brotsverk ímóti børnum og ungum.

Síðstu tíðina hevur landsrætturin hert revsingina í tveimum málum, sum snúgva seg um neyðtøku og onnur kynslig brotsverk.

Føroyska revsilógin varð dagførd, samstundis sum tann danska varð broytt í 2016, men nakrar skerpingar, sum vóru gjørdar í donsku revsilógini, komu ikki við í føroysku lógina tá.

Hetta verður rættað nú, segði løgmaður í tinginum í dag.

Løgmaður upplýsti eisini, at ein lóg um barnaváttanir er á veg.

Hoyr løgmann í tinginum.

Annika Olsen, løgtingskvinna, spurdi løgmann um revsilógina í tinginum í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809