Oyðileggur arbeiðið hjá Grindamannafelagnum

13.09.2021 - 13:26
Innlendis›Samfelag
Oyðileggur arbeiðið hjá Grindamannafelagnum
Fyrrverandi formaðurin í felagnum er skelkaður av tí, sum hann sá í gjárkvøldið
Hans Jacob Hermansen, fyrrverandi formaður í Grindamannafelagnum, sigur seg vera skelkaðan av tí, hann sá í gjárkvøldið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

- Hetta oyðileggur alt tað, sum Grindamannafelagið hevur arbeitt fyri.

Tað sigur fyrrverandi formaðurin í Grindamannafelagnum eftir springaradrápið í gjárkvøldið.

1428 springarar løgdu beinini í Skálafirði, og drápið hevur fest í almenna kjakið, um vit yvirhøvur eiga at drepa springara, og um drápið í gjárkvøldið var nóg væl fyriskipað.

Ein av teimum. sum finst at drápinum í gjár, er Hans Jacob Hermansen, fyrrverandi formaður í Grindamannafelagnum.

Hann var í morgunsendingini í morgun, og hann sigur seg vera skelkaðan av tí, hann sá í gjárkvøldið.

Hans Jacob Hermansen heldur, at springaradrápið í gjárkvøldið oyðileggur alt, sum Grindamannafelagið hevur arbeitt fyri, og mótstøðufólkini móti grindadrápi fáa øll argument borðreidd. (Myndir: Bjarni Árting Rubeksen)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334