Lata nú kvotur til vinnuligar royndir

16.09.2021 - 12:20
InnlendisPolitikkur
Lata nú kvotur til vinnuligar royndir
Fiskimálaráðið fekk 51 umsóknir, og tað hevur drigið út at viðgera tær
Kvoturnar av uppsjóvarfiski til vinnuligar royndir og verkætlanir verða latnar fyrsta dagin.

Fyrsta dagin fæst at vita, hvør fær fisk til vinnuligar royndir og verkætlanir í ár.

Tað hevur tikið drúgva tíð at viðgera umsóknirnar, tí 6. juli var freistin at søkja.

51 umsóknir eru at taka støðu til.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum sigur, at viðgerðin hevur verið drúgv, tí umsóknirnar eru nógvar, og tað kemur ikki óvart á, at fólk ótolnast.

Hetta eru kvoturnar

Kvoturnar til vinnuligar royndir og verkætlanir í ár eru:

7.813 tons av makreli, 10.824 tons av norðhavssild og 18.961 tons av svartkjafti.

Eisini ber til at søkja um ískoytiskvotu av svartkjafti. Har eru 12.640 tons tøk.

Treytirnar eru í kunngerð, sum var lýst í summar.

Sambært henni er harafturat uppsjóvarfiskur, sum ikki bleiv fiskaður í fjør, fluttur til í ár.

Umsøkjara nýtist ikki at eiga fiskifar, men skal hava avtalu við onkran, sum eigur fiskifar. Eisini ber til at keypa fiskifar, sum ikki hevur veiðiloyvi ella fiskiloyvi til vinnuligar royndir og verkætlanir.

Hoyr samrøðu við Jacob Vestergaard í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481