Skjóta seinasta skotið í hesum árinum

21.09.2021 - 13:58
InnlendisSamfelag
Skjóta seinasta skotið í hesum árinum
Nú eru 1300 metrar eftir at bora í Sandoyartunlinum
Teitur Samuelsen er stjóri P.f. í Eystur- og Sandoyartunlum

Hóast ymiskir lekar hava verið, væntar Teitur Samuelsen, stjóri í P.f. Eystur- og Sandoyartunlum, at seinasta skotið í Sandoyartunlinum verður latið av í hesum árinum.

Í gjár vóru boraðir 5.130 metrar Sandoyarmegin og 4.418 metrar Streymoyarmegin, tilsamans 9.548 metrar.

Sandoyartunnilin verður 10.800 metrar. 

Byrjað var at bora í Traðardali 27.juni í 2019 og við Gomlurætt 14.august í 2019.

Eftir ætlan verður koyrandi í Sandoyartunlinum í 2023.

Hoyr Teit Samuelsen í útvarpstíðindunum. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375