Sandoyartunnilin stongdur fyribils

Sandoyartunnilin stongdur fyribils
Ein lutur er dottin úr lastini á einum bili niður á annan bil
Tunnilin er stongdur fyribils.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
18.12.2025 - 15:20

Sandoyartunnilin er stongdur fyribils í hálvan ella ein tíma í sambandi við, at ein lutur, - helst eitt dekk -  er dottin úr lastini á einum bili niður á ein annan bil. 

Ein sjúkrabilur er á veg í tunniln eftir øðrum bilføraranum, sum hevði nakað av pínu eftir óhappið. 

Gronin á aftara bilinum er illa farin, og neyðugt var at senda bil hjá Tórshavnar sløkkilið inn í tunnilin eftir hesum bilinum.

Tí er Sandoyartunnilin stongdur fyribils í hálvan til ein tíma, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672